Ongi úrslit

Tikin fyri ar sláa politist í andlitið

Tað fær avleiðingar fyru tveir mans tá ið løgreglan kom uppí leikin

Áki Bertholdsen
16. februar kl. 09:24

Beint eftir náttúrða varð ringt til løgregluna úr skeinkistaðnum, Tórshøll mitt í Havnini. Menn vóru komnir til ilnar og mett var, at løgreglan mátti koma uppí.

Løgreglan sigur, at tá ið tey komu á staðið, skuldsettu tey ein mann fyri at bróta skilhaldsreglurnar tí hann var so ólátaður.

Hann var ikki edrúur, men ímeðan løgreglufólkini avgreiddu tað málið, legði ein annar maður upp í millum og sló ein politist undir vangan.

Løgreglan sigur, at eisini hann varð ávirkaður. Hann varð handtikin og settur í brummuna. Har liggur hann enn og hann verður avhoyrdur nú eina ferð í morgun, tá ið hann er klárnaður so frægt aftur at tað ber til at tosa ótarnað við hann.

Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri harðskap ímóti einum politisti, sum er til arbeiðis.