Løgreglan var rættiliga úti um seg og kannaði ferðsluna í gjár. Og tað kastaði rættiliga nógv av sær.
Í klaksvík vóru tey á einum strekki, har tað bara er loyvt at koyra 40 og har fingu fimm bilførarar bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímillum 60 og 62 kilometrar um tíman.
Men í sama viðfangi tók løgreglan eisini ein bilførara, sum hevði eitt barn í bilinum, uttan at tað sat í trygdarbelti, og tað bjargaði honum eina bót upp á 1.500 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.
Ein bilførari fekk bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra 109 í Hvannasundstunlinum og Millum Fjarða fekk ein bilførari eisini klipp í koyrikortið, og bót, fyri at koyra 109.
Millum Fjarða fekk eisini ein annar bilførari fekk bót, umframt at hann misti koyrikortið treytað fyri at koyra 115 kilometrar um tíman.
Men á landsvegnum í Kaldbaksbotni, fekk ein bilførari tvey klipp í koyrikortið reyv í reyv.
Tey fekk fekk hann fyri at gera tvær ólógligar yvirhálingar, har hann fór bæði yvir um hindrunarstrikuna mitt eftir vegnum, umframt at hann eisini koyrdi yvir sperruflatuna á vegnum á krossinum við vegin til Kaldbaks.
Tað er eitt klipp fyri hvørja yvirháling, sigur løgreglan.