Ongi úrslit

Norðurlendskir og baltiskir stjórnarleiðarar hava havt snarfund

Norðurlendskir og baltisku stjórnarleiðararnir lova at økja enn meira um stuðulin til Ukraina

Ragnar Sjúrðarson
14. februar kl. 22:00

Luttakararnir á trygdarráðstevnuni í München hava havt ein langan dag.

Í øllum førum hava norðurlendsku og baltisku stjórnarleiðararnir tað, tí teir vórðu í kvøld boðaðir til ein snarfund, eftir útmeldingarnar frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at hann ætlar at hittast við russiska forsetanum, Vladimir Putin, og samráðast um frið í Ukraina.

Eftir fundin ljóðaði tað soleiðis í eini felags fráboðan frá norsku forsætisráðharraskrivstovuni:

- Okkara raðfesting er nú at styrkja Ukraina. Okkara lond eru millum størstu stuðulsveitarar pr. íbúgva av hernaðarligari hjálp til Ukraina. Vit fara at økja okkara stuðul enn meira.