Ongi úrslit

Hetta var eitt merkiligt ferðsluóhapp

Tað kann mangt og hvat henda, tá ið tú parkerar bilin - men hetta er neyvan sæð fyrr

Áki Bertholdsen
16. februar kl. 11:25

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp vesturi í Vágum, sum neyvan er sæð áður. Ferðsluóhappið hendi tá ið ein útlendskur bilførari skuldi parkera bilin á parkeringsplássinum á flogvøllinum.

Motorurin gekk framvegis tá ið bilførarin læt hurðina upp, og bilurin stóð í giri. Men tá ið bilførarin skal úr bilinum, traðkar hann av óvart á speedaran, so bilurin fór á rull.

Tá var bilførarin hálvur uttan fyri og avleiðingin var, at hann datt eftir høvdinum úr bilinum og smekkaði høvdið í asfaltið.

Løgreglan sigur, at bilførarin var við vit, men boð vórðu send eftir sjúkrbili, so hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Bilurin, sum fór á rull, rendi á ein annan bil, so báðir fingu nakað av skaða.