Í morgin verður stórhøllin Við Tjarnir tikin í nýtslu og longu nú eru fleiri tiltøk á skránni.
Tónlistarliga er størsta tiltakið higartil, er, at kanadiska heimsstjørnan, Bryan Adams kemur til Føroyar seinasrt í apríl at hava konsert Við Tjarnir. Talan verður um eina sitikonsert og hon verður 23. apríl
Bryan Adams er ein av teimum heilt stóru tónleikastjørnunum. Hann gevur áður spælt í Føroyum, tað var í 2008, og tá var tað ein fullsettur Tórsvøllur, sum tók ímóti honum.
Nú er Bryan Adams á ferð við Bare Bones konsertferðini, har sangir hansara verða spældur við aukustiskum ljóðførum og í tí sambandi leggur hann eisini leiðina framvið her hjá okkum.